Hallur Simonsen silvur í klingrukasti

Hallur Simonsen silvur í klingrukasti
Hallur Simonsen kastaði sítt besta kast nakrantíð og vann silvur
Mynd: Heri Ziska  
 
30.06.2015 - 19:36

20 ár gamli Hallur Simonsen hevur í kvøld vunnið silvur til Føroyar.

Hallur bleiv nummar tvey í klingrukasti.

Hann var í harðari við ein úr Gotlandi og ein úr Jersey. 

Hallur lá eina løtu á triðja plássi við einum kasti á 42.52 metrar.

Seinni datt hann niður á fjórða pláss, men við allarsíðsta kastinum svaraði Hallur aftur.

Hann kastaði 44.89 metrar, og tað var eisini nokk til at vinna silvur. Kastið er eisini persónligt met hjá Halli.

Vinnarin úr Jersey kastaði 58.04 metrar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012