Margreta drotning til Grønlands í morgin

Margreta drotning til Grønlands í morgin
Vitjanin varar í tvær vikur. Heindrikur prinsur kemur til Grønlands sunnudagin
 
07.07.2015 - 09:29

Drotningin flýgur til Station Nord í Norðurgrønlandi, har vitjanin byrjar.   

Eftir at hava vitjað millum annað Thule støðina har norðuri í Grønlandi, fer drotningin um borð á Dannebrog, sum siglir til 11 býir og bygdir í Vesturgrønlandi.
Seinast, drotningarhjúnini vóru í Grønlandi, var í 2011.

Margreta drotning og Heindrikur prinsur skuldu koma til Føroya nakrar dagar í juni. Men fólkatingsvalið gjørdi, at tann ferðin varð útsett.

Seinast, tey vóru í Føroyum, var í 2010.  

Kongaskipið Dannebrog bunkraði í Føroyum á veg til Grønlands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012