Øll leitiloyvini uttan tvey latin landinum aftur

Øll leitiloyvini uttan tvey latin landinum aftur
Nú er bara DONG eftir, sum kann leita eftir olju í føroysku undirgrundiini. Nýggj útbjóðing um tvey ár.
West Hercules leitaði eftir olju í føroysku undirgrundini fyri Statoil í fjør. Úrslitið varð, at Statoil gav landinum leitiloyvið aftur.
 
28.07.2015 - 15:22

Statoil hevur latið landinum aftur loyvið at leita eftir olju, sum West Hercules brúkti í fjør summar at bora brunnin Súla/Stelkur tætt við markið við Hetland.

Borað varð niður á 3.015 metra dýpi. Kolvetni var har, men ikki í rakstrarverdum nøgdum.

Loyvið varð latið í 2005. Og tað verður við aftur í næsta útbjóðingarumfari, sum verður í 2017, skrivar Jarðfeingi á heimasíðu sínari.

Statoil var fyristøðufelag í leitingini í fjør, hini feløgini vóru danska felagið DONG og tað eysturríkska OMV.

Í desember í fjør lótu Statoil og fýra onnur oljufeløg trý leitiloyvi aftur.

Næsta umfar um tvey ár

Johan Dahl, landsstýrismaður, kunngjørdi í mai, at fjórða útbjóðingarumfar til oljuleiting í føroyska landgrunninum verður í 2017.

Leitað hevur verið eftir olju í føroyska landgrunninum í 15 ár. Níggju brunnar eru boraðir uttan lønandi oljufund. 

Nú eru bara tvey loyvi eftir at leita eftir olju í landgrunninum, øll hini eru latin innaftur. DONG Energy eigur einsamalt tey bæði loyvini, sum eftir eru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949