Valfundur við kvinnuligum valevnum í kvøld

bannari
Valfundur við kvinnuligum valevnum í kvøld
Blaðið Kvinna, Felagið fyri leiðandi kvinnur í Føroyum og Kvinnufelags Samskipan Føroya skipa fyri. Fundurin verður í Norðurlandahúsinum
 
30.08.2015 - 10:03

Eitt evnið, sum á skránni, er »barsilsskipanin«, og um lyftini um 1 ára barsilsfarloyvi, eru álítandi. Eisini verða trupulleikar hjá sjálvstøðugum vinnurekandi at fáa útgjald viðgjørdir, og at strika hámarkið á 25.000 krónur og seta kvotur á barsilstíðina. 
Eitt annað evni er »Nýggjar vinnur og íverksetan«. Her snúgva spurningarnir seg til dømis um visjónir og menning av nýggjum vinnum, um hjálp til íverksetar, um hvussu vit kunnu stimbra vinnur, sum longur eru á veg - og um fíggjarliga hjálp til menning av vaksandi fyritøkum. 

Triðja evnið, sum føroyskar kvinnur ynskja kjak um, er »Kvinnur á arbeiðsmarknaðinum«. Her snúgva spurningarnir seg bæði um kvotur til nevndarsessir, um vit ikki longu hava javnstøðu og um tørvur er á t.d. Demokratia, men eisini um hví typisku kvinnustørvini verða so lítið vird, hví lønin er so lág, og hvussu vit kunnu tryggja føroyskum kvinnum, sum ynskja tað, fulltíðarstarv. 

Seinasta evnið á skránni í Noråurlandahúsinum verður »hjálp til tørvandi føroyingar« og snýr seg bæði um umstøðurnar hjá børnum og vaksnum við menningartarni og breki, um bústaðartrupulleikar hjá hesum bólkinum, um stuðulstímar til skúlarnar og um Almannaverkið. Eisini verður her spurt eftir hjálp til teirra, ið hava verið fyri kynsligari misnýtlsu, umframt bústaðir til støk, familjur og eldri, sum ikki hava ráð at keypa sær hús. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098