Nógvur makrelur, men hann vigar minni

Nógvur makrelur, men hann vigar minni
Miðalvektin á einum átta ára gomlum makreli í 2013 er tann sama sum hjá einum fýra ára gomlum í 2005
 
24.09.2015 - 08:19

Nógvur makrelur er til á okkara leiðum. Men hann er vorðin minni, hann vigar minni enn fyrr.

Sambært norska havrannsóknarstovninum hava fiskifrøðingar í Noregi, Íslandi og Føroyum kannað støddina á makreli, sum norðmenn fiskaðu árini 1984-2013. 

Vanligt er, at broytingar eru í støðuni hjá fiski, millum annað, hvussu skjótt, hann veksur. Men hjá makrelinum er støðan heilt óvanlig.

Vigar minní enn í 2005

Sambært norska havrannsóknarstovninum var miðalvektin á einum átta ára gomlum makreli í 2013 tann sama sum hjá einum fýra ára gomlum í 2005.

Orsøkin er, at so nógvur makrelur er har, sum makrelurin er á beiti, at minni er at eta hjá hvørjum teirra.

Ein onnur orsøk er, at makrelurin brúkar nógva orku til at ferðast so víða um summarið millum beitið og gýtingarleiðirnar.

At makrelurin veksur so seint kann eisini hava við sær, at minni kemur undan sum frá líður. 

Hitin onga ávirkan

Fiskifrøðingarnar halda tó ikki, at hitin í sjónum hevur nakra nevniverda ávirkan á støðuna hjá makrelinum. 

Men stórur sildastovnur kann gera makrelinum fortreð.  

Sild og makrelur liva av somu føði í sjónum. Sildin kemur á beiti í mai. Makrelurin kemur hagar ein mánað ella tveir seinni. Er nógv sild til, kann hon longu hava etið tað mesta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012