Norsk sjónleikarakvinna skrivar filmssøgu

Norsk sjónleikarakvinna skrivar filmssøgu
Anneke von der Lippe, ið spældi við í Barbaru, vann í nátt, sum tann fyrsta úr Noregi, eina Emmy-virðisløn fyri sín leiklut í norskari røð
51 ára gamla Anneke von der Lippe vann í nátt sum tann fyrsta úr Noregi eina Emmy-virðisløn, tá tær vórðu lætnar í New York
Mynd: NRK  
 
24.11.2015 - 11:59

Norska sjónleikarakvinnan, Anneke von der Lippe, vann í nátt altjóða Emmy-virðislønina. Hon vann virðislønina fyri sín leiklut í norsku røðini "Eygnavitnið", sum er ein røð sum er send í Noreg.

Tað er fyrstu ferð at ein norskur sjónleikari vinnur eina Emmy-virðisløn. Altjóða Emmy-virðislønin verður latin fyri sjónvarpsrøðir, sum eru gjørdar aðrastaðni enn í USA.

Hetta var 43. ferðin at heiðurslønin varð latin. Anneke von der Lippe gjørdist kend í Føroyum, tá hon hevði høvðusleiklutin í filminum um Barbaru, sum Niels Malmros tók upp í Føroyum fyri fleiri árum síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098