Arbeiðsloysið er nú komið niður á 2,5 prosent

Arbeiðsloysið er nú komið niður á 2,5 prosent
Árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið er nú aftur komið niður í 2,5%. Fyrr í ár lá tað javnt um 3%, men nú er tað farið niður í 2,5%
Arbeiðsloysið í Føroyum er nú komið niður á 2,5 prosent. Nú eru 259 færri fólk arbeiðsleys í Føroyum nú sammett við í august
 
26.11.2015 - 16:07

Í tølum er árstíðarjavnaða arbeiðsloysið minkað úr 803 í august til 672 fólk í oktober. Tað eru sostatt 259 fólk færri enn í oktober í fjør.

Um hugt verður at árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysinum seinastu 20 árini, var tað bert í 2007 og 2008 og í 2002 og 2003 at arbeiðsloysið var so lágt sum tað er í dag.

SÍ EISINI Arbeiðsloysið minkar framvegis

Í 2002 var arbeiðsloysið í Føroyum 2,3 prosent av samlaðu arbeiðsfjøldini. Í 2003 var arbeiðsloysið í Føroyum 2,5 prosent.

Arbeiðsloysið var lægst í 2008, tá arbeiðsloysið var so lágt sum 1,3 prosent, og næstlægst í 2006, tá arbeiðsloysið var 1,6 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846