Grótbrotið á Glyvursnesi víðkast

Grótbrotið á Glyvursnesi víðkast
Skal Tórshavnar havn útbyggjast, má grótbrotið á Glyvursnesi víðkast. Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld
Grótbrotið á Glyvursnesi skal víðkast suðureftir, nú Tórshavnar havn skal útbyggjast. Nýggja grótbrotið verður 82.000 fermetrar
Mynd: Google Earth  
 
28.01.2016 - 08:10

Grótbrotið á Glyvursnesi skal víðkast suðureftir, nú Tórshavnar havn skal útbyggjast. Nýggja grótbrotið verður 82.000 fermetrar.

Umhvørvisstovan krevur, at nýggja grótbrotið og tað gamla frá fýrsunum koma í byggisamtyktina hjá Tórshavnar kommunu og verða sett á kortið.

Brúkast til tyrvingarpláss aftaná

Ætlanin er at brúka grótbrotini til tyrvingarpláss og møguliga til rottangatøming og annað tílíkt, tá liðugt er at taka grót úr teimum.

Á dagsskránni fyri býráðsfundin í Havn í kvøld klokkan seks er uppskot um at broyta byggisamtyktina og at seta grótbrotini á kortið.

Málið um at broyta almennu byggisamtyktina í sambandi við viðkan av Skansabryggjuni og Eystara havnaøki er eisini eitt av nógvu málunum, sum eru til viðgerðar á fundinum í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860