Broyta reglurnar fyri bíðilistar

Broyta reglurnar fyri bíðilistar
Býráðið í Havn samtykti hóskvøldið at broyta reglurnar, tá fólk søkja um grundstykki ella bústað í kommununi
Býráðið í Havn samtykti í gjárkvøldið at broyta reglurnar, tá fólk søkja um grundstykki ella bústað í Tórshavnar kommunu
 
29.01.2016 - 08:05

Ein bíðilisti sigur einki um veruliga tørvin. Tað hevur býráðið í Havn ásannað. Tí samtykti býráðið í gjárkvøldið at broyta reglurnar, tá fólk søkja um grundstykki ella bústað í Tórshavnar kommunu.

1800 fólk hava staðið á bíðilistunum. Men tá kommunan fór at krevja pengar fyri pláss á bíðilistunum, fór talið niður í 380. Í mai 2014 vóru 24 grundstykki tøk í útstykkingini oman Gil í Hoyvík.

Bíðilistar tiknir av

Trupult var at finna keyparar millum tey 380 fólkini á bíðilistanum. Og nú kann vera "well" við bíðilistum, heldur býráðið, sum tók teir av í gjárkvøldið. Tí ber ikki longur til at skriva seg á bíðilista.

Verandi bíðilistar verða tiknir av, tá komandi útstykkingarnar í Kollafirði, við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík og undir Kongavarða á Argjum eru avgreiddar, og tey, sum eru á bíðilistunum, hava fingið tilboð um grundstykki har.

Síðani er ætlanin, at so hvørt farið verður undir at stykkja út, kunnu fólk boða frá, at tey vilja keypa. Og so verður lutakast um stykkini. Bíðilistarnir til vinnustykki verða tó í fyrstu atløgu varðveittir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012