Tvey fólk handtikin fyri yvirgangsætlan

Tvey fólk handtikin fyri yvirgangsætlan
Tvey fólk í Somalia eru handtikin, tí tey hjálptu við at fáa eina bumbu í eitt ferðafólkaflogfar, ið ætlanin var skuldi spreingjast í luftini
Tvey starvsfólk á einum flogvølli í Somalia eru handtikin, tí tey hjálptu til við at fáa eina bumbu í eini farteldu í eitt flogfar týsdagin. Ætlanin var, at flogfarið skuldi spreingjast, so øll ferðafólkini doyðu
Mynd: AP  
 
07.02.2016 - 17:06

Tvey fólk, ið starvast á einum flogvølli í Somalia, eru handtikin eftir, at hol varð sprongt í síðuna á einum ferðafólkaflogfari í síðstu viku.

Tey bæði fólkini eru undir illgruna fyri at hava verið við í eini yvirgangsætlan, tá ein bumba sprongdi hol í síðuna á flogfarinum, meðan tað var í luftini.

Tvey ferðafólk fingu skaða, og eitt annað ferðafólk, ið hildið verður var bumbumaðurin, doyði, tá bumban brast í flogfarinum, sum var tríggjar-fýra kilometrar uppi í luftini.

Videoupptøkur avdúkaðu fólkini

- Vit hava fingið váttað, at tað var ein bumba, ið sprongdi hol á skrokkin á flogfarinum, segði ein talsmaður hjá stjórnini í Somalia við fjølmiðlar sunnudagin.

Ætlanin var, at øll ferðafólkini, ið vóru við flogfarinum hjá Daallo Airlines úr Mogadishu til Saudiarabia, skuldu doyggja í atsóknini, sigur ein talsmaður hjá forsætisráðharranum.

Upptøkur frá einum flogvølli vísa, at tað vóru tvey starvsfólk á flogvøllinum, ið hjálptu bumbumanninum at fáa fartelduna við bumbuni í flogfarið, siga myndugleikarnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098