Bústaðir taka lán við at skriva út lánsbrøv

Bústaðir taka lán við at skriva út lánsbrøv
Um tvey ár er fæið hjá stovninum, 300 mió. krónur brúkt at byggja fyri
 
23.07.2016 - 09:23

Bústaðir sleppa møguliga at taka lán við at skriva út lánsbrøv í Føroyum.

Í ársfrágreiðingini fyri 2015 skriva Bústaðir, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum í fjør heyst lovaði at viðgera spurningin saman við Fígging landsins, um Bústaðir kunnu læna pengar, tí um tvey ár er fæið hjá stovninum, 300 mió. kr.,  brúkt at byggja fyri. 

Kristina Háfoss vónaði í fjør heyst, at avgerðin um lánsbrøv kundi takast nú í summar.

Undanfarna landsstýrið vildi ikki loyva Bústøðum at taka lán. 

Á nýggjárinum leigaðu Bústaðir 110 bústaðir og knappliga 300 vóru í gerð.

Miðalleigan var 4.800 kr. um mánaðin.

Bústaðir gjørdu iløgur fyri 66 mió. kr. í fjør. Úrslitið eftir skatt gjørdist 3,4 mió. kr. í halli. Inntøkurnar í fjør vóru minni enn í 2014, tí minni fekst fyri virðisbrøvini, sum Bústaðir hava sett pengar í, tí rentan er so lág.

Í 2014 høvdu Bústaðir 2,5 mió. kr. í vinningi eftir skatt.

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098