Kvoturnar fyri 2017 kunngjørdar

Kvoturnar fyri 2017 kunngjørdar
Klokkan 11 í morgin fer havrannsóknarstovnurin ICES at kunngera síni tilmæli um kvoturnar fyri norðhavssild, makrel, svartkjaft og rossamakrel
 
29.09.2016 - 09:46

Hetta er uppsjóvarfiskasløgini, sum føroyingar eisini fiska. Sambært felagnum Nótaskipum ljóðar, at ICES fer at mæla til hækkingar í kvotunum bæði fyri norðhavssild, makrel og svartkjaft.

Kvoturnar í ár fyri øll hesi trý fiskasløgini eru tó størri enn tilmælið hjá ICES. Fyri svartkjaftin er kvotan góð 40 prosent størri enn tilmælið hjá ICES var.

Í avtaluni millum Føroyar, ES og Noreg um makrelin er tann avmarking, at frá 2017 kann kvotan í mesta lagi broytast pluss minus 20 prosent frá ári til árs.

Halda londini hesa avtaluna, sum eisini er galdandi í 2017 og 2018, kann føroyska makrelkvotan næsta ár í mesta lagi vaksa 22.500 tons sambært Nótaskipum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860