Teldlanýtslan í fólkaskúlanum greinast

Teldlanýtslan í fólkaskúlanum greinast
Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur kannað, hvussu fólkaskúlanæmingar brúka teldlar í undirvísingini. Niðurstøðan kemur um tríggjar vikur
Granskarar á Námsvísindadeildini hava gjørt eina eftirmeting av, hvussu teldlar verða brúktir í fólkaskúlanum og hvørja ávirkan tað hevði á læringina hjá næmingunum
 
23.11.2016 - 09:03

Kanningin varð gjørd í sambandi við, at Tórshavnar kommuna skuldi lata einum skúla teldlar, tí hann skuldi leggjast saman við øðrum skúla, har næmingarnir høvdu teldlar.

Granskarar á Námsvísindadeildini hava gjørt eina eftirmeting av, hvussu og í hvønn mun teldlarnir vórðu brúktir, og hvørja ávirkan tað hevði á læring næminganna, skrivar Fróðskaparsetrið.

Niðurstøðan kemur hálvan desember

Mentanarnevnd býráðsins fekk longu 24. oktober eina fyribilsfrágreiðing, men almenningurin má bíða til 15. desember, tá endaliga frágreiðingin verður løgd fram alment á Námsvísindadeildini á Frælsinum í Havn.

Kanningin byggir á eina OECD-frágreiðing frá 2015 um teldunýtslu og stóra spurnakanning, sum granskarar á Námsvísindadeildini gjørdu.

Kanningin varð gjørd í samstarvi við Háskóla Islands í 2012/13 millum allar næmingar í Føroyum av starvshættum og hugburði til ymsu lærugreinarnar í fólkaskúlanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098