Túsundtals flyta undan Brexit

Túsundtals flyta undan Brexit
Fleiri stórbýir í Evropa fyrireika seg nú til, at túsundtals fólk í fíggjarheiminum skifta størv í kjalarvørrinum á Brexit
Málið hjá París er at fáa minst 20.000 starvsfólk í fíggjarheiminum til býin tá Brexit verður veruleiki
 
06.01.2017 - 09:09

París og aðrir stórbýir í Europa eru nú farin undir at fyrireika seg til at taka ímóti túsundtals arbeiðsfólkum í fíggjarheiminum, tá Brexit verður veruleiki.

Málið hjá París er at fáa minst 20.000 slík fólk at flyta til býin. Í løtuni eru umleið 180.000 fólk í París, sum arbeiða í fíggjarheiminum.

SÍ EISINI Bretar nýggjan ES-sendiharra

Tað ræður um at vera tíðliga á veg, tí bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur boðað frá, at Bretland fer undir samráðingar við ES um framtíðina áðrenn mars er liðin.

Fleiri aðrir býir liggja eisini framvið, millum annað verður tosað um Berlin, Dublin, Luksemborg og Frankfurt. Øll plássini vilja hava fólk í fíggjarheiminum at flyta til sín.

70.000 størv kunnu hvørva úr Bretlandi

Blaðið Independent skrivar, at fleiri bretskar fíggjarfyritøkur longu eru farnar undir samráðingar við Írland, fyri at fáa neyðugu loyvini til vega, so tær kunnu virka í Dublin.

Írar vilja verða verandi í ES, hóast Bretland fer burturúr samveldinum. Fleiri aðrar fyritøkur eru samstundis farnar at føla seg fyri í øðrum stórbýum í Europa, skrivar The Independent.

Bretska lobbyfyritøkan, TheCityUK, hevur ávarað um, at upp í 70.000 arbeiðspláss í fíggjarheiminum kunnu hvørva úr Bretlandi tá Bretland fer úr ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860