Vilja hava USA upp í friðartingingar um Sýria

Vilja hava USA upp í friðartingingar um Sýria
Vápnahvíldin, sum kom í gildi 30. desember, verður sum heild hildin
 
13.01.2017 - 10:02

Russland og Turkaland vilja hava USA upp í friðartingingarnar í Sýria, sum byrja seinni í mánaðinum.

- USA verður boðið við, og tað hava vit eisini avtalað við Russland, segði turkiski uttanríkisráðharrin, Mevlut Cavesuglu, á eini altjóða ráðstevnu í Geneve í gjár, skrivar AFP.

Friðarsamráðingarnar skulu byrja 23. januar í høvuðsstaðnum í Kasakstan, Astana.

Í desember fingu Russland og Turkaland friðaravtalu í lag í Sýria, men USA var ikki uppi í tilgongdini um avtaluna.

Friðarligt í Sýria

Vápnahvíldin kom í gildi 30. desember, og hóast hon ikki verður hildin alla staðni í landinum, er yvirhøvur friðarligt í Sýria nú.

Turkiski uttanríkisráðharrin sigur, at tað ber ikki til at látast sum einki um tann leiklut, USA hevur, og tí eigur USA at koma upp í friðartingingarnar, sigur hann.

Endamálið við samráðingunum er at fáa eina politiska loysn fyri Sýria.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098