Hittast kanska í Íslandi

Hittast kanska í Íslandi
Donald Trump, sum fríggjadagur verður svorðin í eið sum forseti USA, ætlar at hitta russiska starbsbróður sín, Vladimir Putin, í Reykjavík
 
16.01.2017 - 11:36

Tað skrivaði bretska blaðið Sunday Times á forsíðuni í leygarkvøldið. Støðan millum USA og Russland hevur verið spent seinastu tíðina.

Serliga eftir at tað er komið undan kavi, at russiskir teldusníkar lupu á amerikonsk mál beint fyri forsetavalið í USA í november.

Ísland fyrsta uttanlandsvitjanin

Sunday Times vil vera við, at Donald Trump hevur toppfundin í Reykjavík millum undanmann sín, Ronald Reagan, og sovietska leiðaran, Mikhail Gorbatjov, í 1986 sum fyrimynd. 

Toppfundurin verður mettur at verða byrjanin til endan á kalda krígnum, tá USA og Vesturheimurin vóru við yvirlutan og Sovietsamveldið fall.

Trump vil hava toppfundin í Reykjavík at vera sína fyrstu uttanlandsferð sum forseti. Á fundinum skal hann umrøða kjarnorkuvápn og støðuna í heiminum annars.

Greinin heldur fram niðanfyri

Við Morgunblaðið sigur nýggi íslendski uttanríkisráðharrin Gunnlaugur Tór Gunnlaugsson, at íslendska Uttanríkisráðið onga formliga umbøn hevur fingið um at skipa fyri toppfundi millum Trump og Putin. 

Men Ísland er kortini sinnað at skipa fyri tílíkum fundi og sostatt mýkja spentu viðurskiftini millum Russland og USA, leggur íslendski uttanríkisráðharrin afturat.

Við Sunday Times sigur ónevndur ráðgevi hjá Trump seg arbeiða við at skipa fyri toppfundi millum Trump og Putin. Hann váttar, at Reykjavík er millum støðini, sum partarnir umhugsa at hittast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012