Føroyingar fáa meira tosk

Føroyingar fáa meira tosk
Føroyar fáa 500 tons meira av toski í íslendskum sjógvi í ár í mun til í fjør. Føroyar og Ísland hava gjørt semju um fiskirættindini fyri 2017
Føroyar og Ísland hava gjørt semju um fiskirættindini fyri 2017
 
17.01.2017 - 16:31

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, var í gjár á fundi við íslendska starvsbróðir sín Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, sum nýliga hevur tikið við sum ráðharri fyri fiskiveiðu og landbúnað.

Veiðimøguleikarnir í 2017 verða at kalla teir somu somu í 2016. Heildarkvotan hjá Føroyum av botnfiski í íslendskum sjógvi verður framhaldandi til samans 5.600 tons, skrivar Fiskimálaráðið.

Men rættindini, at veiða tosk, fara upp við 500 tonsum úr 1.900 tonsum og upp í 2.400 tons, sigur Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi á heimasíðuni seinnapartin í dag.

Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444