Bjargaðu neyðstøddum monnum av báti

Bjargaðu neyðstøddum monnum av báti
Føroyska nótaskipið, Finnur Fríði, tók leygarkvøldið tveir menn av einum báti, ið var farin at leka
Nótaskipið, Finnur Fríði, bjargaði í leygarkvøldið tveimum monnum, ið vóru umborð á einum báti, sum fór at leka undir Íslandi
 
05.03.2017 - 10:27

Nótaskipið, Finnur Fríði, bjargaði í gjárkvøldið tveimum monnum. Tað var um áttatíðina í gjárkvøldið, at íslendska sjóverjan fekk neyðarkall frá einum báti, sum var staddur uttarlaga í Skagafirði. 

Báturin er farin at leka og at teir báðir menninir, sum vóru umborð á bátinum, vórðu noyddir at leypa í havi, tí báturin stóð ikki til at bjarga. 

Tyrla eisini send út

Íslendska sjóverjan heitti á skip har á leiðini um at koma til hjálpar. Ein tyrla varð eisini send út á leiðina og bjargingarskip frá Skatastrond og Siglufirði settu kós móti bátinum. Eisini var eitt Herkulesflogfar hjá amerikanska herinum sent út at leita eftir monnunum.

Stutt fyri klokkan hálvgum níggju kom signal frá neyðsendarar á bátinum umvegis fylgisvein og stutt eftir sást neyðbluss frá sjómonnunum báðum. 

Klokkan 21:18 kom føroyska nótaskipið, Finnur Fríði, fram til menninar og tók teir umborð. Og tyrlan kom síðani og tók teir upp og fleyg teir inn til lands.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860