Avreiðingar minkaðar í virði

Avreiðingar minkaðar í virði
Virðið á fiskinum, sum varð avreiddur í januar og februar í ár, var umleið 22 milliónir krónur minni enn sama tíðarskeið í 2016
Hóast nøgdin av feskum fiski, sum varð avreiddur í januar og februar í ár, í mun til somu tíð í fjør var umleið tann sama, so er virðið 22 milliónir krónur minni í ár
 
24.03.2017 - 08:47

Hóast nøgdin av feskum fiski, sum varð avreiddur í januar og februar í ár, í mun til somu tíð í fjør var umleið tann sama, so er virðið 22 milliónir krónur minni í ár, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár vórðu seld 9.700 tons av botnfiski, ímóti 10.000 tonsum somu mánaðir í fjør. Virðið í ár er 116 milliónir krónur, í mun til 138 milliónir krónur í fjør.

Í ár vórðu fiskað sløk 1000 tons minni av toski, men meir av upsa, hýsu og øðrum botnfiski. Toskurin var ein triðing minni enn í fjør, og virðið var næstan 20 milliónir krónur minni.

Ein orsøk er ivaleyst at stóru línubátarnir í januar og februar vóru á Flemish Cap, har teir fiskaðu góð 3.000 tons av toski.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012