Nú hækkar kostnaðurin

Nú hækkar kostnaðurin
1. apríl hækkar kostnaðurin fyri at bera út lýsingarbløð í Føroyum. Færri lýsingabløð noyða Posta at hækka prísin
Tað er í samstarvi við Posteftirlitið, at Posta hækkar prísin á útbering. Tað sæst á í skrivum, ið Posta hevur sent Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum
 
24.03.2017 - 15:31

Tað er í samstarvi við Posteftirlitið, at Posta hækkar prísin fyri útbering. Tað sæst á í skrivum, ið Posta hevur sent Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, ið Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Greiningararbeiðið av bløðunum varð gjørt á heysti 2016, og gjøgnumgingið saman við Posteftirlitinum. Niðurstøðan var, at Posta hevur hall av blaðútbering, og at prísirnir skulu dagførast, sæst í brævi, Posta hevur sent Vinnumálaráðnum 28. februar.

Orsøkin til, at Posta hevur hall av hesum arbeiði er, at talið av bløðum er minkað seinastu árini, sigur Posta í brævinum.

Posta skal ikki bera tap

Sambært einum øðrum brævi, ið Posta hevur sent vinnumálaráðnum 2. mars, er tað Posteftirlitið, ið hevur biðið Posta um at fáa prísin á eitt støði, sokallað "break even," so Posta ikki ber tap av at bera bløð út.

Í brævinum stendur, at Posteftirlitið hevur verið av teirri fatan, at tað er partur av skylduni at reka ávíst postvirksemi við halli, eins og við bløðunum.

Men Posteftirlitið hevur heitt á Posta um at avmarka halli á blaðútbering næstu árini, tó at Posta ikki skal vinna pening av hesum virksemi, stendur í brævinum frá Posta til vinnumálaráðið. Posta hækkar prísin fyri blaðútbering fyrsta apríl. Prísurin hækkar umleið eina krónu fyri hvørt blað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444