Fíggjarkarmar leggjast fram

Fíggjarkarmar leggjast fram
Játtanarkarmarnir, ið eru grundarlag undir fíggjarlógaruppskotinum, sum verður lagt fram í heyst, skulu nú leggjast fram
 
27.03.2017 - 08:08

Játtanarkarmarnir hjá landsstýrinum skulu leggjast fram hesa vikuna. Játtanarkarmarnir eru grundarlagið undir fíggjarlógaruppskotinum, sum verður lagt fram í heyst.

Sambært grein 54 í tingskipanini skulu játtanarkarmarnir leggjast fram innan fyrsta apríl. Fyrsti apríl er leygardagin, og tí skal uppskotið um játtanarkarm leggjast fram í seinasta lagi fríggjdagin.

Vanliga plaga tíðindafundur at vera, tá karmarnir verða lagdir fram, men enn hevur Fíggjarmálaráðið ikki boðað alment frá, nær tíðindafundur verður um karmarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098