Statoil mist milliardir

Statoil mist milliardir
Stóra norska oljufelagið, Statoil, hevur mist 121 milliardir krónur í útlandinum síðani í 2014. 108 milliardir krónur eru avskrivingar
Virksemið hjá Statoil í útlandinum gav hall bæði í 2014, 2015 og í 2016, til samans 121 milliardir krónur
 
04.04.2017 - 09:52

Tað vísir ein uppgerð sum oljuserfrøðingurin, Øystein Noreng hevur gjørt. Hann hevur kannað viðurskiftini hjá Statoil frá 2001, tá felagið varð skrásett á keypsskálanum og til í fjør.

Hann er komin eftir, at meir enn helvtin av 1100 milliardum krónum, sum Statoil hevur nýtt til oljuleiting og útvinning, eru nýttar í útlandinum. Virksemið í útlandinum gav hall bæði í 2014, 2015 og í 2016, til samans 121 milliardir krónur.

Statoil hevði yvirskot av virkseminum í Noreg frá 2001 til 2016 uppá 431 milliardir krónur, samstundis sum úrslitið í øðrum londum var eitt hall uppá 67 milliardir krónur.

Bara frá 2014 til 2016 misti Statoil 140 milliardir krónur í USA. Og hvørt ár frá 2001 til 2016 nýtti Statoil fleiri pengar enn felagið tjenti. Tað var bara eitt oljufelag, sum varð rikið á sama hátt, og tað var italska ENI.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098