Uppskot skal tryggja størri gjøgnumskygni

Uppskot skal tryggja størri gjøgnumskygni
Avgerðir um ivasamt arbeiði hjá sálarfrøðingum í Føroyum skulu almannakunngerast. Tað fer Løgtingið at samtykkja hósdagin
 
18.04.2017 - 14:35

Trivnaðarnevndin tekur einmælt undir við uppskotinum hjá Heilsumálaráðnum um at broyta donsku lógina um sálarfrøðingar í Føroyum.

Endamálið við lógaruppskotinum er at broyta samansetingina av Psykolognævnet og at styrkja eftirlitsvirksemið hjá Psykolognævnet. 

Við uppskotinum fær Psykolognævnet møguleika at geva einum løggildum sálarfrøðingi boð um at broyta virksemið hjá sær.

Felag mælti frá at gera broytingar

Psykolognævnet kann eisini skerpa eftirlitið, um ein sálarfrøðingur hevur víst álvarsamt ella afturvendandi atfinningarsamt fakligt virksemi. 

Eisini verður skotið upp, at avgerðir hjá Psykolognævnet um álvarsamar atfinningar, faklig boð og skerpað eftirlit verða almannakunngjørdar. 

Hóast Felagið føroyskir sálarfrøðingar mælti frá, varð lógaruppskotið ikki broytt. Heilsumálaráðið sigur, at sum er fáa føroyskir myndugleikar ikki at vita, tá Psykolognævnet finst at sálarfrøðingum í Føroyum.

Fyrimunur fyri føroysku myndugleikarnar

Føroysku myndugleikarnir vita heldur ikki, um sálarfrøðingar í Danmark, ið hava fingið atfinningar, søkja um starv í Føroyum.

Tí er tað ein fyrimunur, at avgerðirnar hjá Psykolognævnet verða almennar, tí so kunnu myndugleikarnir í Føroyum kunna seg tann vegin.  

Felagið føroyskir sálarfrøðingar sigur tað vera umráðandi, at føroyskir myndugleikar legga upp fyri, hvussu avgerðirnar hjá Psykolognævnet verða nýttar og almannakunngjørdar í Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012