Franska forsetavalið ávirkar oljuprísin

Franska forsetavalið ávirkar oljuprísin
Forsetavalið í Fraklandi fær nú ávirkan fyri prísin á olju, sum hækkar. Tey 13 limalondini í OPEC hava sent út fráboðan eftir valið í gjár
Prísurin á olju hækkar í morgun, eftir at Macron vann franska forsetavalið og OPEC-londini hava boðað frá, at avtalan, um at minka um søluna av olju, heldur fram
 
08.05.2017 - 09:09

Prísurin á olju hækkar í morgun, eftir at Macron vann franska forsetavalið og OPEC-londini hava boðað frá, at avtalan, um at minka um søluna av olju, heldur fram.

Olju- og orkumálaráðharrin í Saudiarabia boðaði um vikuskiftið frá, at avtalan, sum OPEC-londini gjørdu um at minka søluna av olju, fer at halda fram restina av árinum og helst eisini inn í 2018.

SÍ EISINI Oljuprísurin fer at hækka aftur

Hóast amerikanska sølan av sonevndu skiferoljuni hevur tikið broddin av avgerðini hjá OPEC-londunum um at skerja oljusøluna, so halda londini fast um avtaluna, segði ráðharrin.

Greinarar hava sagt, at harða kappingin á oljumarknaðinum, ið seinastu tíðina hevur lækkað prísin, ikki stavar frá teimum grundleggjandi marknaðarkreftunum, men frá øðrum viðurskiftum.

Oljuprísurin hækkar ella lækkar alt eftir hvussu stórar oljugoymslurnar eru í teimum ymsu londunum, og tað fer sum frálíður á laga seg av sær sjálvum, sigur ein australskur greinari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949