26 mió. lesarar: Føroyingur avmyndað Trump

26 mió. lesarar: Føroyingur avmyndað Trump
Føroyski myndamaðurin, Benjamin Rasmussen, kann vera errin í hesum døgum
Soleiðis sær forsíðan á nýggjasta Time-blaðnum út. Føroyski Benjamin Rasmussen hevur avmyndað amerikanska forsetan, Donald Trump, fyri blaðið
Mynd: Skíggjamynd/Time á Twitter  
 
12.05.2017 - 14:51

Benjamin Rasmussen hevur tikið myndina, sum er á forsíðuni á Time Magazine, sum er heimsins størsta vikublað og hevur 26 milliónir lesarar.

Á forsíðuni sæst amerikanski forsetin, Donald Trump, ganga eftir gongini í Hvítu Húsunum móti lyftuni, sum skal flyta hann frá skrivstovuni til hæddina, har hann býr. Myndin á forsíðuni er tilvísing til eina frásøgn við myndum longur inni í blaðnum.

Frásøgnin er eitt úrslit av, at blaðfólkini og føroyski myndamaðurin er sloppin nakað so sjáldsamt sum at fylgja amerikanska forsetanum síðstu tímarnar í arbeiðsdegnum.

Greinin heldur fram niðanfyri 

 - "At fáa møguleikan at taka myndir av forsetanum á henda hátt er næstan óhoyrt," sigur Benjamin Rasmussen.

- "Tað er sera sjáldsamt at fáa atgongd til tann partin av Hvítu Húsunum, har forsetin býr. Tá Obama ráddi fyri borgum, slapp eingin inn har."

- "Ikki so frægt sum hansara egnu starvsfólk sluppu at síggja bústaðin, fyrr enn Obama helt eina veitslu at hátíðarhalda, at heilsurøktarnýskipanin varð samtykt," sigur Benjamin Rasmussen, ið  starvast sum fríyrkismyndamaður.

Útbúgvin í USA og Filipsoyggjum

Benjamin Rasmussen, sum hevur føroysk foreldur, er føddur og uppvaksin á Filipsoyggjunum.

Hann hevur lisið myndlist og journalistik á John Brown University í Arkansas í USA og tikið yvirbygnaðin í foto-journalistikki á Filipsoyggjunum.

Benjamin Rasmussen hevur búð í Føroyum í styttri tíðarskeiðum, og í næstum kemur hann til Føroya at taka lýsingarmyndir fyri føroyska fyritøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098