Suðuroyartunnilin kostar tríggjar milliardir

Suðuroyartunnilin kostar tríggjar milliardir
Landsverk mælir til, at tunnilin kemur upp í Skúgvi
Um nøkur ár skulu politikararnir taka støðu til antin at byggja nýggjan Smyril, ella gera tunnil til Suðuroynna
 
19.05.2017 - 15:14

Trygdin er størsta avbjóðingin í Suðuroyartunlinum.

Tað sigur Landsverk, sum mælir til, at Suðuroyartunnilin kemur upp í Skúgvoynni, so skúvoyingar fáa eisini tunnil.

Landsverk gjørdi í februar eitt upprit um Suðuroyartunnil við nøkrum hugskotum um trygdina.

Landsverk mælir tó til at lata serfrøðingar gera eina trygdarkanning. 

Nýggjur Smyril ella tunnil

Um nøkur ár skulu politikararnir taka støðu til antin at byggja nýggjan Smyril ella gera tunnil til Suðuroynna.

Og Suðuroyartunnilin er ikki longri burturi enn at hann er komin í eitt uppskot um eykajáttanarlóg, sum løgtingið skal viðgera í dag.

Í viðmerkingunum um uppskotið stendur, at eftir ætlan verður farið undir Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er liðugur. Hann skal sambært verandi tíðarætlan vera liðugur í 2023 og verður góðar 26 kilometrar langur.

3,1 mia. kr. 

Landsverk nevnir árið 2030 í sínum uppriti um Suðuroyartunnil, tí tá skal nýggjur Smyril byggjast. Tunnilin er mettur at kosta 3,1 milliard.

Harafturat koma tunlar í Suðuroynni, úr Sandvík til Hvalba og dagførdur Hvalbiartunnil og vegir í Sandoynni og Suðuroynni fyri 440 mió. kr. 

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum mælir til at brúka hálva millión av játtanina til vegagerð í ár til forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098