Renna ørindir fyri reiðarar

bannari
Renna ørindir fyri reiðarar
Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, leggur hini bæði manningarfeløgini undir at renna ørindir fyri reiðararnar
Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, leggur Jan Højgaard (v.m.) undir at renna ørindir fyri reiðarar, s.s. Hanus Hasen (h.m)
 
28.05.2017 - 15:25

- Maskinmeistarafelagið er ikki ørindadrongur hjá reiðarum. 

Tað sigur Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, nú fleiri spyrja, hví felagið ikki stendur undir liðini á hinum manningarfeløgunum til stóra mótmælistiltaki í morgin.

Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, dámar lítið arbeiðsháttin hjá hinum báðum manningarfeløgunum. Formaðurin fer so langt sum at skíra hini bæði fakfeløgini at vera ørindadrongir hjá reiðarunum.

Tá hann skal grundgeva fyri hesum uppáhaldi, spolar Páll Hansen tíðina ein góðan mánaða aftur, til dagarnar áðrenn ein felags yvirlýsing móti nýskipanaruppskotinum hjá landsstýrinum varð send út, 18. apríl:

- Tá fingu vit ein fyrispurning frá stjóranum í Felangum Nótaskip, Jógvan Jespersen, og tað er einasti fyrispurningur, sum vit hava fingið. Vit hava ikki fingið hann frá hinum báðum feløgunum, sigur Páll Hansen.

Sambært Páll Hansen vildi Jógvan Jespersen hava Maskinmeistarafelagið at skriva undir uppá eina yvirlýsing. Men Maskinmeistarafelagið kundi ikki fáa yvirlýsingina skrivliga, men kundi bert fáa hana lisna fyri sær. Hetta vildi Maskinmeistarafelagið ikki ganga vil til. Kundi felagið ikki hava ávirkan á innihaldið, vildi felagið ikki skriva undir.

- Tá mann bara skal undirskriva eitt skjal, sum Jógvan Jespersen kemur við, uttan at fáa loyvi at redigera í tí, so verður mann einki annað enn ein ørindadrongur hjá Reiðarafelagnum, og tað er Maskinmeistarafelagið ikki, sigur Páll Hansen.

Síðani tá hevur, sambært Pálli Hansen, verið tøgn millum Maskinmeistarafelagið øðrumegin og Skipara- & Navigatørfelagið og Fiskimannafelagið hinumegin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860