Bíða eftir niðurstøðu

Bíða eftir niðurstøðu
Tað tekur drúgva tíð at viðgera eina kæru, sum ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum sendu Heilsumálaráðnum í apríl
Heilsumálaráðið er ikki liðugt at viðgera kæruna frá ljósmøðrunum á Landssjúkrahusinum, ið tær sendu Heilsumálaráðnum 15. apríl
 
15.06.2017 - 17:38

Heilsumálaráðið er ikki liðugt at viðgera kæruna frá ljósmøðrunum á Landssjúkrahusinum, ið tær sendu Heilsumálaráðnum 15. apríl, tað vil siga fyri tveimum mánaðum síðani.

Turið Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, sigur við útvarpið, at tey ikki hava avgreitt kæruna, og framvegis viðgera málið. Kæran er sera umfatandi.

Partar skulu hoyrast og Heilsumálaráðið skal viðgera tilfarið, ið kemur inn, sigur Turið Arge, aðalstjóri. Aðalstjórin veit ikki nær kæran er liðugt viðgjørd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444