Birna Brjánsdóttir: Týsdagin byrjar rættarmálið

Birna Brjánsdóttir: Týsdagin byrjar rættarmálið
Birna Brjánsdóttir varð funnin í fjøruni við Selvogs-vita, sum er umleið 15 kilometrar vestan fyri Torlákshøfn
Mynd: Savnsmynd  
 
16.07.2017 - 11:56


Týsdagin byrjar revsimálið í rættinum í Reykjavík móti 30 ára gamla manninum, sum er ákærdur fyri at hava dripið 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir
Eitt av prógvunum hjá løgregluni móti 30 ára gamla manninum er, at blóð, sum stavar frá Birnu Brjánsdóttir, varð funnið í bilinum, sum hann hevði leigað.

Ákærin sigur við blaðið, Sermitsiaq, at rættarmálið fer helst at vara millum tríggjar og fimm rættar-dagar.

Men eftir fyrsta rættarfundin væntar hon ikki, at nakar rættarfundur  verður aftur fyrr enn í august.

 

Noktar seg sekan

Ein tulkur verður, sum skal tulka tað, sum grønlendingurin sigur, tá hann avhoyrdur í rættinum.

30 ára gamli maðurin noktar seg framvegis sekan. Hann hevur áður í avhoyringum játtað, at hann koyrdi bilin, har blóð var funnið.

Nakrir av manningini á Polar Nanoq verða eisini avhoyrdir í rættinum. 

Birna Brjánsdóttir hvarv tíðliga leygarmorgunin, 13. januar. Eina góða viku seinni varð hon funnin deyð.
Ein tyrla fann líkið av henni í sjóvarmálannum nær Selvogsvita vestanfyri Thórlakshøfn, 50 kilometrar sunnanfyri Reykjavík.

Fáar dagar eftir at hon hvarv vórðu tveir av manningin á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, handtiknir. Annar var tó fríkendur fyri allar skuldsetingar og latin leysur aftur.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902