Fara nú at viðgera kæruna um rektaran á Glasi

Fara nú at viðgera kæruna um rektaran á Glasi
Bogi Bech Jensen hevur fingið kæruna til hoyringar, og freistin at gera viðmerking er 10. august
Sjey fólk hava skrivað undir kæruna um Boga Bech Jensen, rektara á Glasi
 
27.07.2017 - 09:35

Mentamálaráðið fer at viðgera kæruna um Boga Bech Jensen, rektara á Glasi, eftir 10. august.

Bogi Bech Jensen hevur fingið kæruna til hoyringar, og freistin at gera viðmerking er 10. august. 

Tá fer Mentamálaráðið at viðgera bæði sjónarmiðini hjá teimum, sum hava kært, og ummælið frá rektaranum, og síðani koma við einari niðurstøðu.

Lærarar og starvsfólk hava kært

Lærarar og starvsfólk á Glasi í Hoydølum og Marknagili hava kært rektararan til landsstýriskvinnuna í mentamálum.

Kæran er samanlagt 16 síður, og kært verður um 11 viðurskifti - millum annað bygnaðin, arbeiðsumhvørvið, leiðslustílin hjá rektaranum og um, at fólk hava fingið múlaband.

Í kæruni stendur eitt nú, at rektarin ikki ber boð um demokratiskan leiðsluform, tí starvsfólkini kenna á sær, at tey hava ikki fingið høvi at kjakast um samanleggingina á Glasi. 

Ikki lýst leys

Og eisini finnast starvsfólkini at, at Bogi Bech Jensen hevur sett fólk í starv, uttan at størvini eru  lýst leys.

Og at rektaran ikki er nóg tilvitaður um, at Glasir er ein bóklig útbúgving, stendur í kæruni. 

Sjey fólk hava skrivað undir kæruna, sum er dagfest 23. juni í ár.

Tey siga, at fleiri onnur taka undir við atfinningunum, og eru til reiðar at stuðla, um kæran skuldi fingið keðiligar avleiðingar fyri onkur teirra, ið hava sett navn undir kæruna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098