Ávara fyritøkur um snýt við teldupostum

Ávara fyritøkur um snýt við teldupostum
Politiið sigur, at ein máti at forða fyri svikinum er at seta seg í samband við fólkið, sum biður um pengarnar 
 
10.08.2017 - 14:29

Politiið í Føroyum ávarar fyritøkur móti royndum at snýta tær við teldupostum, sum verða nevndir Business e-mail Compromise, stytt BEC.

Hetta varð fyrr nevnt CEO-fraud.

Roynt verður at fáa fyrtøkur at senda pengar. 

Tey, sum snýta, siga seg til dømis vera stjórin í fyritøkuni. Tey skriva til onkran í bókhaldinum um at flyta pengar alt fyri eitt. 

Danskt ella enskt

Politiið sigur, at enn er eingin slíkur teldupostur komin á føroyskum. Teir hava higartil verið á donskum ella enskum.

Um óhappið er hent, og peningurin er fluttur, er umráðandi at seta seg í samband við peningastovnin skjótast gjørligt og fáa steðgað flytingini. 

Politiið sigur, at ein máti at forða fyri svikinum er at seta seg í samband við fólkið, sum biður um pengarnar. 

Og tað skal vera persónliga ella við at ringja til viðkomandi.

Goymið teldupostin

Fyri at politiið skal kunna kanna málið, er umráðandi, at tann upprunaliga telduposturin verður goymdur. 

Tað ber í nøkrum førum til at finna IP-adressu í teldupostinum, sum kann føra til, at funnið verður fram til sendaran.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444