Viðgera fiskidagarnar seinnapartin

Viðgera fiskidagarnar seinnapartin
Álitið skal leggjast fram á tingfundi mánadagin
Stór mótstøða, bæði politisk og vinnulig, er móti at áseta fiskidagar í bara fýra mánaðir
 
11.08.2017 - 11:41

Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur fund klokkan eitt um fiskidagarnar frá 1.september til 1.desember í ár.

Stór mótstøða, bæði politisk og vinnulig, er móti at áseta fiskidagar í bara fýra mánaðir.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svarar, at tað ber ikki til at gera tað øðrvísi, tí lógin um vinnuligan fiskiskap, sum fiskidagar verða ásettir eftir, fer úr gildi á nýggjárinum.

Jørgen Niclasen, næstformaður í Vinnunevndini, segði við Útvarpið í gjár, at andstøðan í Vinnunevndina hevur boðið samgonguni at gera felags álit og skjóta upp, at fýra mánaðir verða broyttir til 12 mánaðir. 

Samgongan vil einki siga

Øll trý samgonguumboðini í Vinnunevndini, Bjarni Hammer, formaður, Bjørt Samuelsen og Magni Arge, vilja ikki siga enn, hvat tey fara at mæla til í álitinum hjá nevndini.

Tey siga, at tey arbeiða enn við málinum.

Álitið skal leggjast fram á tingfundinum mánadagin klokkan trý. 

Vinnunevndin hevur eisini fund fyri tingfundin mánadagin. Onnur viðgerð fær so verið mikudagin.

Og triðja viðgerð verður fríggjadagin 18.august, dagin sum løgtingið sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skal hava avgreitt uppskotið um fiskidagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098