Hoyringarfreistin er í dag

bannari
25.08.2017 - 05:53
AktueltPolitikkur
Hoyringarfreistin er í dag
Freistin at koma við hoyringarsvarum til uppskotið um stjórnarskipan, er á middegi.
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Hoyringarfreistin til uppskotið um stjórnarskipan er á middegi í dag. Síðan á Ólavssøku hevur verið gjørligt at gera viðmerkingar til uppskotið.

Tá ið freistin er farin í dag, skal støða takast til, um uppskotið skal tillagast við støði í viðmerkingum frá einstaklingum, stovnum og áhugafelagsskapum, segði løgmansskrivstovan fyrr í vikuni.

Eftir ætlan verður fólkaatkvøðan um stjórnarskipanina á flaggdegnum tann 25.apríl 2018, og av tí at uppskotið skal vera samtykt hálvt ár áðrenn atkvøðuna, skal tað verða endaliga samtykt í løgtinginum í seinasta lagi 25. oktober í ár.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. oktober
Hetjur í hæddunum
Mánadag 16. oktober
3-2
Sunnudag 15. oktober
Andaktin
Sunnudag 15. oktober
Møti úr Frelsunarherinum
Hósdag 12. oktober
Kendir føroyingar: Kjølbro