Nýggj granskingarnevnd sett

Nýggj granskingarnevnd sett
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett nýggja Granskingarnevnd. Nýggja nevndin er sett frá 1. september. Hetta skrivar gransking.fo
Wilhelm E. Petersen, tilnevndur formaður í nýggju granskingarnevndini
Mynd: gransking.fo  
 
02.09.2017 - 09:14

Í Granskingarnevndini, sum stjórnar Granskingargrunninum, sita 7 limir. Nevndarlimirnir skulu hava skil fyri tí strategiska týdninginum, sum granskingin hevur fyri samfelagið, ella hava granskingarførleika. Hetta skrivar heimasíðan hjá Granskingarráðnum, gransking. fo.

Granskingarnevndin hevur greiðan arbeiðssetning, so sum at hava ovastu leiðsluna yvir granskingargrunninum og yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini um virksemi grunnsins verða fylgdar, og at grunnurin virkar samsvarandi endamálinum.
Granskingarnevndin skal eisini ráðgeva  landsstýrinum og vinnulívinum í granskingarpolitiskum spurningum, og hon skal eisini leiðbeina og ráðgeva granskarum í granskingarspurningum.
Granskingarnevndin umsitir granskingargrunnin og tekur endaliga støðu til, hvørjar umsóknir verða stuðlaðar.

Limirnir í Granskingarnevndini eru:

- Wilhelm E. Petersen, ph.d., stjóri á Vinnuháskúlanum, formaður, tilnevndur av Mentamálaráðnum
- Erika A. Hayfield, ph.d., lektari á Fróðskaparsetrinum, tilnevnd av Mentamálaráðnum
- Rúni Weihe, deildarleiðari fyri G&M á Havsbrún, tilnevndur av Fiskimálaráðnum
- Richard Schwartson, KT-leiðari hjá Landsapotekaranum, tilnevndur av Heilsumálaráðnum
- Marjun Wilhelm, góðskuleiðari hjá Luna, tilnevnd av Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum
- Durita í Grótinum, góðskuleiðari hjá JFK, tilnevnd av Arbeiðsgevarafelagnum
- Helgi Eidesgaard, savnshjálpari á Landsskjalasavninum, tilnevndur av løntakarafeløgunum

5 fólk eru nývald, tey eru Wilhelm E. Petersen, Erika Hayfield, Rúni Weihe, Marjun Wilhelm og Helgi Eidesgaard.

Granskingarnevndin er sett fyri trý ár frá 1.9.2017 til 31.08.2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012