Neyðugt er at seta fólk at umsita Keypsportalin

bannari
Neyðugt er at seta fólk at umsita Keypsportalin
Fíggjarmálaráðið fegnast um frágreiðing hjá Landsgrannskoðanini og vil hava fleiri
Fíggjarmálaráðið fegnast um atfinningar um Keypsportalin og ætlar at seta fólk til at røkja hann.
 
14.09.2017 - 07:58

Fíggjarmálaráðið fer næsta ár at seta eitt fólk til burturav at røkja Keypsportalin, sum kom í 2013.

Biðið verður um pengar til starvið í fíggjarlógini fyri 2018.

Tað sigur Fíggjarmálaráðið um atfinningarnar hjá Landsgrannskoðanini um Keypsportalin hjá landinum.

Hóast almennir stovnar væl vita, at tá keypt verður fyri meira enn 50.000 kr., eiga stovnarnir at biðja um tilboð frá í minsta lagi tveimum seljarum á Keypsportalinum, og keyp fyri yvir 500.000 kr. skulu bjóðast út alment, verður tað verri enn so altíð gjørt.

Tað hevur Landsgrannskoðanin staðfest.

Eingin vil eiga hann 

Eingin kennir veruliga ábyrgd av Keypsportalinum, sigur Landsgrannskoðanin.

Løgtingsgrannskoðarnir bóðu Landsgrannskoðanina kanna, hvussu Keypsportalurin verður brúktur.

Tað gjørdi Landsgrannskoðanin. Frágreiðingin hjá henni er nú latin løgtinginum. 

Fíggjarmálaráðið tekur atfinningarnar og frágreiðingina til eftirtektar. Ráðið er eisini fegið um tær. 

Ein slík frágreiðing skal gerast javnan, heldur Fíggjarmálaráðið.  

Fíggjarmálaráðið og Gjaldstovan arbeiða fyri, at Keypsportalurin verður brúktur og eisini dagførdur, millum annað, hvørji undantøkini eru.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098