Norðurkorea hevur aftur royndarskotið rakett

Norðurkorea hevur aftur royndarskotið rakett
Rakettin fór yvir japansku oynni Hokkaido, og ST-trygdarráðið er kallað saman at viðgera støðuna
Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, hevur aftur skotið eina rakett yvir Japan
 
15.09.2017 - 06:39

ST-trygdarráðið er kallað saman til snarfundar í dag at viðgera støðuna, eftir at Norðurkorea aftur í gjár royndarskeyt eina rakett yvir Japan.

USA og Japan hava biðið um fundin í ST-trygdarráðnum.

Sambært japanskum og suðurkoreanskum myndugleikum varð rakettin skotin úr Sunan-landspartinum í Norðurkorea, har høvuðsstaðurin Pyongyang er.

Rakettin fór yvir oynni Hokkaido, og datt niður í havið, umleið 1.000 fjórðingar sunnan fyri Hokkaido.

Bæði Japan og Suðurkorea fordøma norðurkoreansku rakettskjótingina, og suðurkoreanski forsetin hevur kallað saman til snarfund í landsins trygdarráði.

Russland og Kina eiga at leggja uppí

Amerikanski uttanríkisráðharrim Rex Tillerson, sigur, at bæði Russland og Kina eiga at gera vart við seg, nú Norðurkorea aftur hevur skotið eina rakett.

- Kina letur meginpartin av oljuni, sum Norðurkorea brúkar, og Russland er tað landið, har flestu norðurkoreanarar arbeiða, sigur hann.

ST-trygdarráðið samtykti fyrr í vikuni at seta fleiri tiltøk í verk móti Norðurkorea, eftir at landið royndarskeyt eina rakett 3. september.

Norðurkorea sleppur ikki at innflyta so nógva olju, og fullkomið bann er sett fyri at innflyta klædnavørur úr Norðurkorea.

ST-samtyktin heitir eisini á øll lond um at seta forboð fyri at nýta norðurkoreanska arbeiðsmegi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098