Forboð móti at fjala andlitið

Forboð móti at fjala andlitið
Undirtøka er nú í donsku stjórnini fyri at seta forboð fyri burka í almenna rúminum
Kvinnur í niqab
 
06.10.2017 - 13:36

Tað gjørdist greitt á bólkafundi í morgun, har fólkatingsbólkurin hjá Vinstra kjakaðist um flokkurin skal taka undir við forboðnum at ganga í burka og niqap á almennum støðum.

Eisini stjórnarflokkurin Liberal Alliance hevur broytt hugsan, og tekur nú undir við forboðnum, skrivar dr.dk.

Niqab er turriklæði, sum bara vísir eyguni, meðan burka fjalir alt andlitið og eyguni eru eisini fjald.

Tað er Danski fólkaflokkurin, sum hevur fingið kjak í lag um forboð móti burka. 

Í julimánaði boðaði flokkurin frá, at hann fór at seta fram uppskot um at banna fólki at fjala andlitið í almenna rúminum - t.d. við burka ella niqap.

Í Belgia er hetta bannið sett í verk, og Evropiski mannarættindadómstólurin hevur staðfest, at tað ER lógligt at seta bann móti at vera í niqap og burka á alennum støðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098