Tingmenn skuldseta Mentamálaráðið fyri lógarbrot

Tingmenn skuldseta Mentamálaráðið fyri lógarbrot
Landsgrannskoðanin og Landsstýrismálanevndin eiga at kanna málið, sigur andstøðan í Fíggjarnevndini um pengar til ES
Mentamálaráðið rindaði evrur, uttan at hava fingið loyvi frá løgtinginum, sigur andstøðutingmenn.
 
06.10.2017 - 07:28

Hetta er eitt mál fyri bæði Landsgrannskoðanina og Landsstýrismálanevndina, sigur minnilutin í Fíggjarnevndini, Bill Justinussen, Bárður Nielsen og Jacob Vestergaard.

Teir vísa til pengarnar, sum Mentamálaráðið sambært teimum, hevur goldið ES í heimildarloysi.

Talan er um 1,1 millión krónur.

Tingmenninir siga, at í uppskotinum um eykajáttan, sum kom í mai, bað Mentamálaráðið um 1,1 mio. kr. til ES-granskingarskránna.

Orsøkin er stóri vøksturin í føroyska bruttotjóðarúrtøkuni. 

Og gjaldið til ES-granskingarskránna er í lutfalli við bruttotjóðarúrtøkuna. Tað er tí vaksið, síðani fíggjarlógin fyri 2017 varð samtykt. 

Men Mentamálaráðið fekk ikki hesar pengarnar í vár, tí uppskotið um eykajáttan datt burtur.

Tað kom so aftur í tingið í august.

Ikki við aftur

Men nú bað Mentamálaráðið ikki um 1,1 mió. kr.

Pengarnir eru goldnir, fekk Fíggjarnevndin at vita.

Við øðrum orðum er peningurin goldin í heimildarloysi. 

At gjalda pening í heimildarloysi er ólógligt, sambært stýrisskipanarlógini, siga teir tríggir andstøðumenninir í Fíggjarnevndini.

Teir halda, at grannskoðanin eigur at viðgera hetta málið.

Eisini eigur Landsstýrismálanevndin at umhugsa at taka málið upp, nú landsstýriskvinnan ólógliga hevur útgoldið 1,1 mió. kr., siga Bill Justinussen, Bárður Nielsen og Jacob Vestergaard, løgtingsmenn.
 

Lesið meira her 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860