IS syngur uppá síðsta vers

IS syngur uppá síðsta vers
Síðani 2015 hevur Islamskur Statur verið í støðugari minking, og nú er felagsskapurin svunnin niður í næstan einki
 
11.10.2017 - 13:12

Felagsskapurin, sum í fleiri mánaðir hevur verið við undirlutan móti sýriska og irakiska herinum, og av loftálopum, er nú svunnin niður í næstan einki.

Fyri umleið hálvum ári síðani byrjaðu herðmenn hjá islamskum stati av álvara at rýma úr felagsskapinum - teir flestu royndu at sleppa inn í Turkaland.

Í august tóku irakiskar herdeildir stórbýin Mosul frá Islamskum Stati, og nú stendur bardagin um sýriska býin Raqqa, sum hevur verið høvuðsstaður í sonevnda kalifatinum hjá Islamskum Stati.

Støddin á økinum, sum Islamskur Statur hevur tamarhaldið á, er í dag ein brotpartur av tí, sum tað var, tá ið felagsskapurin var í hæddini seinast í 2014.

Tað var á sumri í 2014, at leiðarin hjá Islamskum Stati Abu Bakr al-Baghdadi kunngjørdi kalifatið í Sýria og Irak. Økið vaks skjótt at byrja við, men longu í januar 2015 fylktust fleiri lond og felagsskapir ímóti Islamskum Stati, og síðani hevur felagsskapurin og økið hjá honum verið í støðugari minking.

Tá ið Raqqa er tikin, eru bert fá økir eftir, har felagsskapurin heldur til. Tey eru serliga á markinum  ímillum Sýria og Irak, har fá fólk búgva.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098