Brexit órógvar samráðingar um uppsjóvarfisk

Brexit órógvar samráðingar um uppsjóvarfisk
Fiskurin, sum ES hevur at samráðast við, er í bretskum sjógvi. Og Bretland er á veg úr ES
Í síðstu viku undirskrivaðu trý strandarlond semju um makrelin. Herluf Sigvaldsson, føroyski samráðingarleiðari, situr uttast høgrumegin.
 
18.10.2017 - 09:35

Lítið bendir á, at strandarlondini, sum nú samráðast um norðhavssild og svartkjaft í London, verða samd.

Londini hava ikki verið samd trý tey seinastu árini, og nú er Brexit komið afturat. 

ES kann ikki rættiliga koma við krøvum, tí tey hava higartil bygt á bretskan sjógv.

Tá Bretland fer úr ES, væntandi í 2019, er áhugin tí ikki so stórur fyri ES sjógvi longur. 

ES noyðist tí at finna aðrar grundgevingar at byggja síni krøv á. 

Bæði Noreg og Føroyar fiska mest í bretska partinum í ES sjógvi. 

Semja um makrel

Í síðstu viku samdust Føroyar, Noreg og ES tó um makrelin næsta ár. Ísland og Grønland eru framvegis ikki við í avtaluni millum Føroyar, Noreg og ES.

Sambært avtaluni eiga Føroyar 12,6 prosent av makrelkvotuni.

Føroyska makrelkvotan minkar 25.000 tons næsta ár, niður í 103.000 tons.

Gamlir lyklar

Seinast, strandarlondini samdust um, hvussu norðhavssildin skal býtast, var í 2007. 

Árið fyri varð avtala gjørd um, hvussu svartkjafturin skal býtast.

Men hesar avtalur verða ikki virdar longur, tí londini vilja ikki vita av teimum. 

Londini hava eisini roynt í millumlandafelagsskapinum NEAFC at finna nýggjar býtislyklar. Men eisini har verður bíðað eftir Brexit. 

Tað ger tað heldur ikki lættari at finna semju nú enn í 2006 og 2007, tí fiskifrøðingar mæla til minni fiskiskap nú enn tá.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012