38 ára gomul fyritøka gevst og fer upp í aðra

38 ára gomul fyritøka gevst og fer upp í aðra
Tvey arkitektavirki hava lagt saman fyri at gerast kappingarførari
Árni Winther (vm) og Selmar Nielsen, arkitektar, hava lagt virki síni saman.
 
13.11.2017 - 11:46

Tvey arkitektavirki hava lagt saman.

Arkitektavirkið hjá Selmari Nielsen, SNA, hevur í síðstu viku yvirtikið virksemið hjá Árna Winther Arkitektum.

Nøvnini SNA og Árni Winther Arkitektar fara eina tíð at verða brúkt sum felags búmerki. 

Stjóri í nýggju fyritøkuni verður Selmar Nielsen.

Árni riggar av

Í tíðindaskrivi siga virkini bæði, at endamálið er at savna royndir og førleikar í einum sterkum føroyskum arkitekta- og ráðgevingarvirki, sum bæði skal kunna kappast í Føroyum og uttanlands. 

SNA og Árni Winther Arkitektar hava arbeitt saman um stórar verkætlanir í nógv ár. Nevnast kunnu Vága floghavn, Landssjúkrahúsið og Sundsverkið.

Árni Winther læt arkitektastovu upp í Føroyum í 1979.  Árni Winther heldur fram sum arkitektur í nýggju fyritøkuni. 

Átta fólk starvaðust hjá Árna Winther Arkitektum. Tey halda øll fram hjá SNA, har 18 fólk eru frammanundan.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012