Føroyingar fiska nógv mest í Evropa upp á fólkið

Føroyingar fiska nógv mest í Evropa upp á fólkið
Føroyar eru sjeynda størsta fiskiveiðiland í Evropa, sigur íslendsk frágreiðing
Føroyingar fiska mest upp á fólkið í Evropa.
 
28.11.2017 - 07:59

Eingin í Evropa fiskar so nógv upp á fólkið sum føroyingar, og tað verri enn so.

Íslandsbanki hevur gjørt sína árligu frágreiðing um fiskivinnu.

Har stendur millum annað, at Ísland fiskar mest upp á fólkið næst eftir Føroyum. 

Íslendski fiskiskapurin er 3,2 tons upp á fólkið, tann næst mesti í Evropa.

Næstan 12 tons

Føroyar eru fremstar við næstan 12 tonsum upp á fólkið. Føroyar eru sjeynda størsta fiskiveiðilandið í Evropa.

Russlands er størst. Russland fiskaði 4,5 mió. tons í 2016, knappliga ein triðing av tí, sum lond í Evropa fiskaðu. 

Í 2016 vórðu fiskað 92 mió. tons í øllum heiminum, tíggju prosent meira enn í 1990.

Kina fiskar mest av øllum, 19 prosent av heildarveiðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860