Ikki rætt at strika avreiðingargjaldið

bannari
Ikki rætt at strika avreiðingargjaldið
Tað siga andstøðumenninir í Vinnunevndini hjá løgtinginum, nú Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyribils ætlar at strika avreiðingargjaldið
 
07.12.2017 - 14:16

Tað er ikki rætt at strika avreiðingargjaldið fyri landingar uttanlands, tí endamálið eigur at vera at fáa sum mest í land í Føroyum.

Tað siga andstøðumenninir í Vinnunevndini hjá løgtinginum, nú Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyribils ætlar at strika avreiðingargjaldið, sum er tvær krónur fyri kiloið, so skipini, sum fiska sild og makrel, sleppa av við fiskin. 

Endamálið hjá Fiskimálaráðnum við at strika avreiðingargjaldið er fyrst og fremst at fáa meira av norðhavssildini til matna, nú móttøku-orkan á landi í Føroyum er skerd, tí Varðin Pelagic brendi.

Andstøðan sigur, at til ber at virka allan fiskin í Føroyum, so tað er óneyðugt, at skipini landa uttanlands.

Serliga nú, tá ófiskað kvota kann flytast til næsta ár.  

Onnur viðgerð er á skránni fyri tingfundin í morgin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012