Ótal av kunngerðum skulu gerast

bannari
Ótal av kunngerðum skulu gerast
Fiskivinnunýskipanin er samtykt, men enn væntar ein rúgva av kunngerðum at gerast og lýsast, áðrenn skipanin kann virka
 
14.12.2017 - 12:42

Í Fiskimálaráðnum kýta tey seg at fáa nýggja regluverkið frá hondini áðrenn nýggjár. 

Gamaní varð fiskivinnunýskipanin - lógin um sjófeingi - samtykt í løgtinginum fyrrakvøldið, men fyri tað er regluverkið ikki liðugt enn, so langt burturfrá.

Nógvar kunngerðir skulu orðast og lýsast, m.a. hesar, sum Anfinn Olsen, reiðari, manglar fyri at kunna leggja sítt virksemi tilrættis í nýggja árinum:

- Tá hugsi eg serliga um kunngerðina um uppboðssølu, eg hugsi um kunngerðina um toskaekvivalentar, um antitrust og um tilfeingisgjald. Alt hetta hongur enn í nokkso leysum lofti, sigur Anfinn Olsen, sum enn ikki veit, um hann sleppur at bjóða á uppboðssølu, tí kunngerðin um uppboðssølu manglar enn. 

Enn ein stór arbeiðsbyrða

Høgni Hoydal, landsstyrismaður segði eftir samtyktina fyrrakvøldið, at ei  stór arbeiðsbyrða enn liggur á hansara embætisfólki í Fiskimálaráðnum:

- Nú liggur eisini eitt stórt arbeiði eftir, har skulu gerast kunngerðir, fiskiskapurin skal skipast næsta ár, so vit fáa eina øgiliga stóra arbeiðsbyrðu har framvegis. Eg vóni, at fíggjarlógin eisini verður samtykt, har vit fáa sett pening av til at styrkja fyrisitinga og teir partar, sum skulu til fyri at fáa eina slíka lóg at verða umsitin rætt, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. 

Ikki til at fáa fatur á 

Tað er í Fiskimálaráðnum úti við Strond í Havn, at arbeiðið skal gerast, so fiskivinnan á sjógvi kann fáa greiði á, hvat hon í roynd og veru skal halda seg til, tá skipini loysa 1. januar í ár.

Ein deild eitur Fiskivinnustovan. Her arbeiða eini átta fólk, fulltrúar, løgfrøðingar, ráðgevi og skrivari, og hesi fólkini hava ábyrgdina av at dagføra lóggávu og kunngerðir.

Vit ætlaðu at fáa tonnina á aðalstjóran her ella embtisfólk fyri at vita, hvussu røkist við at fáa arbeiðið frá hondini. Men aðalstjórin vísir til landsstyrismannin, og embætisfólkið vísir til aðalstjóran. So tað eydnaðist ikki.

Eingin kunngerð um veiðigjald 

Men sambært yvirliti, sum Fiskimálaráðið hevur latið løgtinginum, so skulu 10 kunngerðir gerast og lýsast sambært lógini um sjófeingi, m.a. tann um uppboðssølur av bæði óveiddum og veiddum fiski, kunngerð um landing í Føroyum osfr.

Ein kunngerð á hesum yvirlitinum, sum ikki ber til at gera enn, er tann sera týðandi kunngerðin um veiðigjald.

Veiðigjald, sum reiðarar skulu rinda fyri størsta partin av tilfeinginum, sum teir fáa útlutað. Tí lógin um veiðigjald er ikki samtykt enn. Uppskotið liggur enn í Vinnunevndini, sum skal viðgera tað í morgin. 

Bara tvær vikur eru til 1, januar, tá tann lógin við onkrum undantaki, fær gildi. So lítið er at ivast í, at her man vera trýst á í løgfrøðiliga maskinrúminum í Fiskimálaráðnum, nú tað stundar til jóla.

Tá uppskotið um veiðigjald var til hoyringar, segði Reiðarafelagið millum annað, at tað var ringt at gjøgnumskoða, hvat rindast skal.

Vørn helt, at tað er ógreitt og verður trupult at umsita, og Taks segði, at kunngerðin hevur skund, so reiðaríini kunnu gera tølini upp og Taks tillagað sínar skipanir.

Uppskotið um veiðigjald er ikki sett á skrá fyri løgtingsfund enn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098