Viðgjørt sum skundmál

Viðgjørt sum skundmál
Fasti Gerðarrættur viðger málið millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið sum skundmál
 
15.12.2017 - 09:28

Klokkan 12 í dag byrjar úrskurðarfundir í Fasta Gerðarrætti, eftir at Fíggjarmálaráðið hevur lagt mál fyri rættin um, at Pedagogfelagið ikki vil lata undantøk, tá verkfallið verður hert í morgin.

Á heimasíðuni hjá Fasta Gerðarrætti stendur, at Fasti Gerðarrættur hevur móttikið skundmál frá Fíggjarmálaráðnum mótvegis Føroya Pedagogfelag. Málið verður viðgjørt efir § 8, stk. 5 í Sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt.

Í grein átta stykki 5 stendur: "Í málum um óheimilað stríðsstig skal fyrireikandi fundurin vera innan 24 tímar eftir kærurit er innlatið, og úrskurðarfundur verða hildin og úrskurður sagdur innan 72 tímar. Formaðurin kann í átroðkandi málum einsamallur gera fyribilsúrskurð."


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098