Yvir 4000 harur skotnar í 2017

Yvir 4000 harur skotnar í 2017
Hvør túrur eftir haru gevur umleið níggju harur í meðal. Í øllum førum, um vit taka støði í árinum í fjør.
 
05.01.2018 - 10:13

Nýggjastu hagtølini um haruveiði í Føroyum vísa, at í fjør vórðu 4.234 harur skotnar á 486 túrum. 

Tað gevur níggju harur í meðal hvønn túr.

Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum, hevur skrásett hagtølini um haruveiðina.

Tølini fyri í fjør skulu takast við fyrivarni, tí ikki øll tøl eru komin inn enn. 

Eyðfinn Magnussen væntar, at samlaða talið á skotnum harum fer at nærkast 5.000, tá alt er skrásett.

2016 var eitt vánaligt ár til haruveiði. Tá vórðu skotnar 2.950 harur. Í 2014 vórðu yvir 9.000 harur skotnar.


Haruskjúttarnir í Skálatoftahaga eystanfyri á Borðoynni fingu flestar harur í fjør, tilsamans 280 harur á sjey túrum. 

Á øðrum plássi vóru skjúttarnir í Neshaga í Vestmanna, og trið-flestar harur fingu tey í Norðurtriðingi/Uttanfyri Ánna í Sørvági.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098