Umhvørvið á breddan í Runavíkar kommunu

Umhvørvið á breddan í Runavíkar kommunu
Runavíkar kommuna søkir eftir starvsfólki, sum millum annað skal skipa viðurskiftini kring luftfdálking, órudd og orkunýtslu í kommununi.
 
27.01.2018 - 10:11

Runavíkar kommuna søkir nú eftr einum starvsfólki at arbeiða burturav við umhvørvismálum í kommununi. Talan er um eitt nýtt starv í skipanini hjá kommununi. 

Runavíkar kommuna skrivar á heimasíðuni, at ein umhvørvisnevnd var sett fyri einum árið síðani, tá sitandi býráð kom til, tí ynski var um at reka eina burðardygga kommunu - eisini á umhvørvisøkinum. Royndirnar av umhvørvisnevndini hava verið góðar, og nevndin og býráðið er komin til, at stórur tørvur er á at seta eitt starvsfólk tilburturav at skipa, handfara og avgreiða mál, sum hoyra umhvørvisøkinum til. 

Starvsfólki skal millum annað skipa viðurskiftini kring um órudd, burturkast, orkunýtslu og luftdálking, samskifta við myndugleikar, tryggja rætta umsiting av lógarkrøvum á tekniska økinum, hava málsviðgerð og ráðleggingararbeiði um hendi og eisini taka sær av fíggjarliga stýring og eftirlit við umhvørvis- og øðrum áløgdum ábyrgdarøkjum

Umsóknarfreistin er 10. februar, og starvið verður sett 1. mars.

Les meira á heimasíðuni hjá kommununi: www.runavik.fo

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012