Fá yvirlit yvir pensjónsnýskipanina

bannari
08.02.2018 - 12:53
AktueltPolitikkur
Fá yvirlit yvir pensjónsnýskipanina
Her ganga vit gjøgnum endamál og avleiðingar av pensjónsnýskipanini
 
 

Hvussu verður landið ávirkað? Hvussu við teimum, ið halda fram undir verandi skipan, og hvussu við teimum, ið koma undir nýggju skipanina? Her ganga vit gjøgnum endamál og avleiðingar av pensjónsnýskipanini

Yvirskipað endamál

Endamálið við pensjónsnýskipanini er, sambært landsstýrinum, at tryggja haldføri í føroyska búskapinum. Verandi skipan er ikki haldfør, tí vit gerast fleiri og fleiri eldri í Føroyum. Í dag eru tey, sum eru 67 ár og eldri, 15 prosent av samlaða fólkatalinum. Í framtíðini verður fjórði hvør føroyingur 67 ár og eldri. Tí skal pensjónsaldurin hækkast. Fyrst upp í 67,5 ár í 2025 og síðani upp í 68 ár í 2030. Møguleikin fyri at arbeiða eftir pensjónsaldur verður eisini størri, og ein "gularót" verður til tey, sum útseta pensjónina, tí so hækkar útgjaldið, tá ið tey einaferð fara á pensjón.

Almennu pensjónsútgjøldini kunnu býtast í trý:

  • Grundupphædd (fólkapensjón): skattafrítt útgjald úr landskassanum.
  • Viðbót: skattskyldugt útgjald úr landskassanum.
  • Útgjald úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum (Samhaldsfasta): Samhaldsfasti er ein grunnur, sum fólk gjalda inn í, hvørja ferð tey fáa løn.

Við nýggju pensjónsskipanini minkar samlaða útreiðslan, sum landið hevur av at gjalda fólkapensjón og viðbót til pensjónistar beinleiðis úr landskassanum. Samstundis verður ein væl størri partur av pensjónunum fíggjaður gjøgnum eginpensjónir og arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (Samhaldsfasta). Landið sparir sostatt nógvar pengar sum frálíður, og tí ber til at siga, at samfelagsbúskapurin verður meira haldførur við nýggju skipanini.

Meira samhaldsføst

Verandi skipan er ikki før fyri at tryggja teimum pensjónistum, ið ikki hava eina munandi uppsparing ella aðra inntøku, eina nøktandi upphædd at liva av, sigur Almannamálaráðið.

Tí er endamálið við pensjónsnýskipanini eisini at minka um gloppið millum ríkar og fátækar pensjónistar við at mótrokna í almennu pensjónsveitingunum í mun til aðra inntøku (privata pensjón, løn ella annað). Hvussu væl nýggja skipanin fer at megna hetta, eru tó ymiskar meiningar um.

Pensjónistar undir verandi skipan

Pensjónistar verða frá 2020 býttir í tvey:

  1. tey, sum eru fødd 1952 ella fyrr
  2. tey, sum eru fødd í 1953 ella seinni

Nýggja skipanin verður galdandi fyri tey, sum eru fødd í 1953 ella seinni. Tey, sum eru fødd í 1952 ella fyrr halda fram undir verandi skipan tó við ávísum broytingum.

Almenna pensjónin (grundupphædd og viðbót) í verandi skipan verður óbroytt og ikki mótroknað í mun til aðra upphædd eins og í nýggju skipanini.

Skattafría grundupphæddin verður óbroytt 3.589 kr. fyri støk um mánaðin, og 2.733 kr. fyri gift um mánaðin.

Skattskyldugu viðbøturnar verða óbroyttar 3.771 kr. um mánaðin fyri støk og 3.031 kr. um mánaðin fyri gift.

Viðbótin verður framhaldandi mótroknað við 60% í inntøku omanfyri 61.900 kr. árliga.

Inntøkugrundarlagið fyri mótrokning hjá giftum, har bæði eru pensjónistar, verður framhaldandi helvtin av inntøkuni hjá báðum tilsamans. Tað vil siga, at mótrokning millum hjún verður varðveitt í gomlu skipan.

Skattafría viðbótin til ávísar pensjónistar á 7.608 kr. árliga verður framhaldandi veitt til húsarhald, har inntøkan er í mesta lagi 60.000 kr. árliga fyri støk og 80.000 kr. árliga fyri hjún.

Pensjónistar undir nýggju skipanini

Almenna pensjónin í nýggju skipanini verður samansett av grundupphædd og viðbót.

Skattafría grundupphæddin verður óbroytt, og gerst tann sama sum í gomlu skipanini: 3.589 kr. fyri støk um mánaðin, og 2.733 kr. fyri gift um mánaðin.

Grundupphæddin verður mótrokningarfrí upp til 30.000 kr. árliga. Grundupphæddin verður mótroknað við 25% í inntøku omanfyri 30.000 kr. árliga.

Skattskyldugu viðbøturnar hækka til 4.779 kr. um mánaðin fyri støk og 3.537 kr. um mánaðin fyri gift.

Viðbótin verður í 2020 mótrokningarfrí í árligari inntøku upp til 202.300 kr. fyri støk og 161.200 kr. fyri gift. Mótrokningarfría upphæddin fyri grundupphædd verður javnað árliga, og í tí sambandi verður mótrokningarfría upphæddin fyri viðbótina ásett soleiðis, at mótrokning í viðbót altíð tekur við, eftir at grundupphæddin er fult mótroknað.

Mótrokning í viðbót lækkar úr 60% niður í 40%.

Inntøkugrundarlagið fyri mótrokning hjá giftum, har bæði eru pensjónistar, verður einans persónliga inntøkan hjá tí einstaka. Inntøka hjá hjúnafelaga verður ikki roknað uppí. Tað vil siga, at mótrokning millum hjún verður strikað í nýggju skipan.

Fleiri upplýsingar og svar uppá ofta settar spurningar liggja á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum.

Lógaruppskot

Pensjónsnýskipanararbeiðið er umfatandi, tekniskt og torskilt, sum øll onkursvegna verða ávirkað av. Tilsamans er talan um seks lógaruppskot, sum skulu fremja nýskipanina. Tey eru:

65/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting um áseting og javning av almannaveitingum.

66/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.

67/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

69/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn.

70/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.

71/2017: Uppskot til løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.

Øll uppskotini vóru við 1. viðgerð send í løgtingsnevndir, sum skulu skriva álit um uppskotini fyri aðru viðgerð. Uppskot 65-67 verða viðgjørd í Trivnaðarnevndini. Uppskot 69-72 verða viðgjørd í Fíggjarnevndini.

Fleiri upplýsingar um lógaruppskotini liggja á heimasíðuni hjá løgtinginum.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. oktober
Morgunlestur leygardagur 20.oktober 2018
86026
Fríggjadag 19. oktober
Pressan: Rigmor, R7 og Andøvsløtan
86616
Fríggjadag 19. oktober
Mín avrikslisti (2:3)
86609
Fríggjadag 19. oktober
Morgunlestur fríggjadagur 19.oktober 2018
86025
Hósdag 18. oktober
Morgunlestur hósdagur 18.oktober 2018
86024
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. oktober
Lyst 17
86618
Hósdag 18. oktober
Ongin dagur uttan pínu
86574
Mikudag 17. oktober
25 minuttir: Árni Olafsson
86459
Mánadag 15. oktober
3-2
86447
Sunnudag 14. oktober
Andaktin
86404