Annika Olsen í Ísrael

Annika Olsen í Ísrael
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, er í hesum døgum á borgarstjórastevnu í Ísrael, har borgarstjórar úr 40 øðrum londum eisini eru við
Á myndini sæst Annika Olsen saman við borgarstjóranum í Jerusalem, Nir Barkat, sum var kunnugur við, at Ísraelska tjóðin eigur nógvar vinir í Føroyum.
 
12.02.2018 - 10:28

Millum teirra, sum hava boðið Anniku Olsen til Ísraels, er sendimaður Ísraels í Danmark, Barukh Binah, sum var á vitjan í Føroyum í fjør summar.

Hetta er 32. borgarstjóraráðstevnan í Ísrael.

Høvi er m.a. at hitta umboð fyri ráðharrastovur og kommunur í Ísrael, og umboð fyri nakrar av stóru fyritøkunum í landinum.

Í dag vitja borgarstjórarnir Holocoustsavnið í Jerusalem, og eisini verður fundur við ferðavinnumyndugleikarnar í Jerusalem.

Annika Olsen sigur í tíðindaskrivi, at ráðstevnan er eitt spennandi høvi at knýt nýggj bond við býir í øðrum londum. 

- Eg síggi hesa ráðstevnuna - og møguleikan at knýta sambond við aðrar býir - sum ein lið í royndunum at menna Havnina sum ein altjóða bý í kapping við aðrar høvuðsstaðir úti í heimi, umframt at menna Havnina á tøkniliga økinum og finna innovativar loysnir á framtíðar avbjóðingum, sigur borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012