Atlantsflog leigar nýggjan Airbus

Atlantsflog leigar nýggjan Airbus
Atlantic Airways og amerikanska felagið, Air Lease, hava skrivað undir sáttmála um, at Atlantsflog langtíðarleigar eitt nýbygt Airbus 320neo flogfar
 
13.02.2018 - 08:59

Atlantsflog fær eitt nýtt og framkomið Airbus-flogfar næsta ár.

Tað verður sett í flúgving í fyrsta ársfjórðingi í 2019, og kemur aftrat teimum báðum Airbus-flogførunum, sum Atlantsflog eigur frammanundan. 

Ætlanin er at seta nýggja flogfarið í regluliga flúgving á høvuðsfarleiðini millum Føroyar og Keypmannahavn.

Airbus A320neo-flogfarið tekur 174 ferðafólk, brúkar minni olju og hevur minni CO2-útlát enn hini Airbus-flogførini. 

Nýggja flogfarið verður útgjørt við framkomnu navigatiónstøknini hjá Airbus, ið seinastu árini hevur bøtt munandi um reglusemið hjá felagnum til og úr Vágum. 

Tá nýggja flogfarið er komið, verður Airbus-flogfarið, sum Atlantsflog hevur leigað seinastu árini, latið aftur. 

28. mars eru liðin 30 ár, síðani Atlantsflog fleyg fyrsta túrin úr Vágum til Keypmannahavnar. 

Síðani er rutunetið nógv víðkað, og felagið flýgur nú eisini til Billund, Aalborg, Bergen, Reykjavíkar, Edinburg, Barcelona, Mallorca, Lissabon, Malta og Gran Canaria. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098